Savna tað, sum hevur týdning
Goym mannagongdir, keldur, spurningar, avgerðir, fílar og royndir í arbeiðsøkjum, sum tit eiga.
Usable hjálpir føroyskum fyritøkum, stovnum og felagsskapum at savna avgerðir, mannagongdir, skjøl, mál og royndir á einum stað, so vitlíki kann arbeiða út frá tykkara vitan, ikki bara út frá internetinum.
Roynt við veruligum arbeiði
Soleiðis virkar tað
Tað byrjar ikki við stórum tøkni-orðum. Tað byrjar við tí, sum longu er virðismikið: skjøl, svar, fundarniðurstøður, reglur og tað, sum roynd fólk annars hava í høvdinum.
Goym mannagongdir, keldur, spurningar, avgerðir, fílar og royndir í arbeiðsøkjum, sum tit eiga.
Skil vitan eftir toymi, verkætlan, stovni ella trúnaðarstigi, so viðkvæm vitan verður verandi á røttum stað.
Góðkend vitlíkisamboð og Usable-forrit kunnu svara og arbeiða við keldum, sum tit sjálvi hava valt.
Ráðgeving og menning
Sum ráðgevar byrja vit har, tit eru: við verandi dátum, starvsfólkum, ábyrgd, málum og vandum. Síðani byggja vit praktiskar loysnir, sum fólk veruliga brúka.
Vit hjálpa leiðslum og fakfólki at velja hvar vitlíki gevur mest virði, og hvar mørkini skulu vera.
Vit gera frumroyndir, byggja, royna og fáa loysnirnar í rakstur, ofta saman við Usable og Flowcore.
Vit læra toymið at arbeiða við vitan, vitlíki og nýggjum mannagongdum, so loysnin ikki steðgar við fyrstu útgávu.
Vit leggja dent á dátueigaraskap, atgongd, sporbarleika og greiðar reglur fyri, hvat vitlíki má brúka.
Usable-pallurin
Usable er ikki bara eitt skjalasavn. Tað er ein skipaður vitanarpallur, har arbeiðsøki, vitanarbrot, fílar, søga og rættindi gera vitanina bæði lætta at finna og lætta at brúka í góðkendum vitlíkisamboðum.
Skipið vitan eftir verkætlanum, stovnum, kundum ella evnum, og gevið røttu fólkunum røttu atgongdina.
Skrásetið leinkir, notur, uppskot, keldur, uppskriftir og loysnir sum smá, endurnýtilig brot av minni.
Vitlíkisamboð kunnu leita í góðkendari vitan, brúka keldur og skriva læring aftur til felags minnið.
Nýggju Usable-forritini
Usable er felags minnið. Okkara nýggju forrit gera minnið brúkiligt á heimasíðum, í greiningum, formularum, málrøkt og fleiri dagligum arbeiðsgongdum.
Ein hýst innihaldsskipan (CMS) til heimasíður, sum verða bygdar við vitlíki, og til statiskar heimasíður. Innihald, myndir, útgávur og søga eru goymd í Usable, meðan ritstjórar kunnu broyta síðuna sjónliga, gera uppkøst, geva út og venda aftur til eldri útgávur.
Fantilsi er okkara vevgreiningarforrit við denti á dátueigaraskapi, einfaldum frágreiðingum og eini vitlíkisvinarligari nálgan, har menniskju og vitlíki kunnu skilja ferðsluna uttan at missa ræðið á dátunum.
Formar, svar, viðheft skjøl og útflutningar verða goymd sum Usable-vitan og -fílar. Fyrsta útgávan fevnir um klassiskar formular, spurningar í stigum, samtaluformar og Doodle-líknandi tíðaráseting.
Rættles ger føroyskt mál brúkiligt í talgildum arbeiðsgongdum. Forritið hjálpir fólki og skipanum at umseta, rættlesa, finna orð og nýta føroyskt, við vitan og orðalistum skipaðum í Usable.
Søgur úr Føroyum
Usable verður best skilt í veruligum arbeiði. Her eru dømi um føroyskar loysnir og tilgongdir, har vit hava arbeitt við vitan, innihaldi, vitlíki og vørumenning.
Í arbeiðinum rundan um Taksbottin er høvuðsspurningurin ikki bara "kann vitlíki svara?". Spurningurin er: hvørjari vitan svarar tað frá, hvør eigur vitanina, og hvussu verður hon hildin dagførd?
Stroyma er føroysk stroymingartænasta og filmsavn við føroyskum filmum tøkum um allan heim. Síðan vísir, hvussu Usable kann stuðla einari føroyskari mentanarvøru frá innihaldi til útgávu.
Vitja StroymaTá nógvar keldur, fakfólk, fundir og politiskar avgerðir skulu hanga saman, er ein felags vitanargrunnur meira enn ein hentleiki. Hann ger tilgongdina sporbara og lættari at byggja víðari á.
Explore Føroyar hjálpir vitjandi at finna oyggjar, bygdir, søgur og staðir við interaktivum korti, ljóðfrásagnum á føroyskum og enskum, og innihaldi, sum kann brúkast á ferð í Føroyum.
Sí Explore FøroyarTrygd og ábyrgd
Vitlíki verður sterkari, tá tað fær góðar keldur. Men tað verður eisini vandamiklari, um keldurnar enda í persónligum konto'um, ógreiðum chattum ella skipanum, sum felagsskapurin ikki stýrir.
Arbeiðsøki, leiklutir og atgongd gera tað greitt, hvør kann lesa, broyta og brúka vitan.
Søga, útgávur og læring verða goymd, so tit kunnu síggja hvat broyttist og hví.
Vit byggja við sama vana fyri hendingar, eftirlit, afturrulling og ábyrgd, sum Flowcore brúkar í álvarsamum skipanum.
Byrja smátt
Vit kunnu byrja við einari verkætlan, einari heimasíðu, einum formi, einum vitlíki-botti ella einum arbeiðsøki fyri leiðslu og fakfólk.